Eigararnir av Tryggingarfelagnum LÍV eru boðsendir á fund í høvuðssætinum seinnapartin, har teir verða kunnaðir um støðuna.
Fleiri undrast á, at stjórin einsamallur verður offraður, sum tey málbera seg, skrivar KVF.
Sum útvarpið hevur frætt, eru tað ikki bara nevndirnar í feløgunum báðum, sum eru kallað til kunnandi fund í høvuðssætinum hjá LÍV á Óðinshædd í Havn, men umboð fyri øll 21 feløgini í P/F Fakfelag og teir 35 limirnir í umboðsráðnum hjá Ognarfelagnum, sum eru beinleiðis valdir av tryggingartakarunum.
Les eisini: Tætt knýtt bond millum Globe Tracker og LÍV
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



