Ein minnilig løta fyri Víking, eftir at Ingi Jonhardsson hevur lagt teir ljósabláu á sigurskós ímóti KÍ - Mynd: Jóhanna Thomsen
Ein minnilig løta fyri Víking, eftir at Ingi Jonhardsson hevur lagt teir ljósabláu á sigurskós ímóti KÍ - Mynd: Jóhanna Thomsen
FSF: Omanfyri 3.000 áskoðarar vóru leygarkvøldið vitni til eina spennandi finalu um Løgmanssteypið hjá monnum ímillum Víking og HB.
Og tá avtornaði fóru teir ljósabláu avstað við steypinum, eftir at Víkingur hevði vunnið 2-0.
Í steðginum var málleyst, men tá seinni hálvleikur var hálvrunnin legði Ingi Jonhardsson Víking á odda, og sjey minuttir fyri leiklok økti Aron Jarnskor Ellingsgaard um Víkingleiðsluna.
Aftaná dystin varð málverjin hjá Víkingi, Bárður á Reynatrøð, ið spældi ein framúr góðan dyst, valdur til dagsins spælara.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



