Løgmansskrivstovan: Í døgunum 25. og 26. juni tekur løgmaður lut á árliga summarfundinum hjá norðurlendsku forsætisráðharrunum. Fundurin í ár verur hildin í Vestmannaoyggjum. Á fundinum skulu forsætisráðharrarnir millum annað umrøða, hvussu til ber at styrkja um mótstøðuførið í samfelagnum í ljósinum av broyttu heimsstøðuni.
Norðurlendska stjórnarsamstarvið byggir á Norðurlendska ráðharraráðið. Á fundinum luttekur eisini aðalskrivarin í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Norðurlendsku forsætismálaráðharrarnir hava evstu ábyrgd av samstarvinum, eins og tað eru teir, ið seta nýggj mál á skrá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo