Um tú ikki kanst føða 100 munnar, byrja so við einum
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú ikki kanst føða 100 munnar, byrja so við einum
- Móðir Teresa
Politikkur

Ólavsøkufrágreiðing løgmans 2026: Skulu okkara fólk brúka síni evni til fulnar, mugu vit tryggja, at samfelagið er sterkt og haldført.

Eitt sterkt samfelag krevur sterkt vinnulív.

Sjógvurin er framhaldandi grundarlagið undir føroysku vinnuni, men nýggir spírar vaksa eisini fram.

Smærri fyritøkur og íverksetarar menna nýggj hugskot, loysnir og møguleikar.

Vit vilja, at tað skal vera lætt at stovna virki, at krøvini til umsiting skulu vera so fá og einføld sum gjørligt, og at arbeitt verður við at styrkja fíggingarmøguleikar.

Høgi oljuprísurin og stóri orkutørvurin gera, at oljuleitingin um okkara leiðir er farin at taka seg upp aftur. Ferð verður tí sett á arbeiðið at eggja útlendskum oljufeløgum at koma til Føroya at leita eftir olju.

Vinnan hevur altíð dugað at laga seg eftir umstøðunum.

Hon hevur ment seg, tá ið nýggir møguleikar vísa seg, og hon hevur funnið nýggjar leiðir, tá ið tíðirnar eru broyttar.

Somu ábyrgd hevur politiska skipanin.

Skulu vit koma á mál við átøkunum, samgongan ætlar at fremja, mugu vit tora at gera nýskipanir.

Men nýskipanir eru ikki eitt mál í sjálvum sær.

Tær skulu vera skynsamar og ábyrgdarfullar.

Einki at gera kann eisini merkja at gera okkurt skeivt.

Politikkur snýr seg um at taka ábyrgd av avgerðunum, sum fáa týdning mong ár fram í tíðina.

Tað er okkara uppgáva sum politisk skipan at tryggja, at vit ikki lata avbjóðingarnar vaksa seg størri, enn tær nýtast at vera.

Tá ið eg nevni politisku skipanina, hugsi eg fyrst og fremst um løgting og landsstýri.

Men eg vil eisini koma við eini áheitan á bý- og bygdarráðini kring landið.

Fleiri tykkara hava tosað um sjálvbodnar samanleggingar.

Tit hava møguleikan at finna loysnirnar sjálv, og tað er best fyri allar partar.

Ólavsøkufrágreiðing løgmans 2026 kann lesast her.

Frágreiðingin er í trimum pørtum: Røða, ískoytispartur og løglisti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #