- Skal eg gera mína skyldu sum løgmaður, er tað neyðugt hjá mær at taka hvørt orð í samgonguskjalinum í fullum álvara, boðar løgmaður frá í kvøld.
Tað ger hann eftir fráboðanina fyrr í dag um, at IOC sýtir føroysku hondbóltslandsliðini kunnu vera við í olympisku kappingini í 2028, skuldu tey komið so langt.
Beinir Johannesen sigur, at bólturin nú liggur hjá føroysku politikarunum
- Øll politiska skipanin er samd um, at vit skulu hava limaskap í IOC. Tað stendur eisini í samgonguskjalinum. Men limaskapur í IOC er bert ein lítil partur av orsøkini til, at vit mugu broyta verandi karmar í ríkisfelagsskapinum. Í heila tikið geva verandi karmar ikki Føroyum tær neyðugu uttanríkispolitisku heimildirnar, ið skulu til fyri at umboða okkum úti í heimi. Hetta er staðfest ferð eftir ferð - og eisini niðurfelt í samgonguskjalið.
- Skal eg gera mína skyldu sum løgmaður, er tað neyðugt hjá mær at taka hvørt orð í samgonguskjalinum í fullum álvara. Mítt mál er at finna eina loysn millum allar flokkar, og tí havi eg fyri løtu síðani kallað øll forfólkini á fund í næstum at umrøða, hvussu vit í felag koma víðari, sigur Beinir Johannesen, løgmaður í fráboðan síni í kvøld.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



