Hetlendingar hava i longri tíð hugt við longum eygum eftir føroysku tunlunum. Nú hevur skotski miðilin The National spurt løgmann, hvat hann heldur, tey skulu gera.
Beinir Johannesen vísir á, at hóast tað kann tykjast dýrt og møtumikið í fyrstuni, so er hetta ein íløga sum neyvan nakar føroyingur í dag angrar.
- Tunlarnir gera landið størri. Nú hugsa vit um Føroyar sum ein oyggj, sigur løgmaður millum annað við The National.
Hann mælir hetlendingum til at fara undir at fyrireika undirsjóvartunlarnar, tí tað skapar bjartskygni, fólk og fyritøkur fara at leggja ætlanir, sum um teir koma, og so stuðlar tað uppundir, at teir seinni koma.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



