- Vit vita ikki, nær føroyingar skulu taka støðu um Føroya framtíð. Tað kann vera um stutta ella langa tíð. Men vit vita, at um vit skulu taka støðu, so skulu vit hava eina viðurkenda, fólkarættarliga vissu fyri, at føroyingar eiga rættin at avgera framtíðina hjá Føroyum, sigur Beinir Johannesen, løgmaður, í eini dagførin á facebook í kvøld, eftir at Grønland, Danmark og USA hava skrivað undir avtalu í New York.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



