Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Løgmansskrivstovan: Við jøvnum millumbilum er løgmaður á vitjanum kring landið. Í dag vitjaði løgmaður, Aksel V. Johannesen, í Eysturoynni. Endamálið við túrinum er at hitta fólk og hoyra ymiskar áskoðanir um viðurskifti, sum fylla í nærumhvørvinum.

"Tað hevur stóran týdning at brúka orku og tíð upp á at hoyra um góðu søgurnar kring landið og svara spurningum, sum bæði vinna, lesandi og onnur hava til landsstýrið", sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. 

Dagurin byrjaði á Miðnámi á Kambsdali, har leiðslan greiddi frá virkseminum á skúlanum. Eftir hetta savnaðust næmingar í auluni, har skúlakórið sang, løgmaður segði nøkur innleiðandi orð, og næmingar fingu høvið at spyrja løgmann spurningar um fleiri ymisk politisk evni.  

Á Miðnámi á Kambsdali er stór útbygging og umbygging, sum bindur skúlan betur saman við felagsfunktiónum. Sumt er tikið í nýtslu, og løgmaður slapp at síggja fleiri skúlastovur í nýggja partinum av skúlanum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #