Um tú ikki hevur tíð til at gera tað rætt, nær skalt tú so fáa tíð til at gera tað umaftur
- John Wooden

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú ikki hevur tíð til at gera tað rætt, nær skalt tú so fáa tíð til at gera tað umaftur
- John Wooden
Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-34.2026 eftir tingskipanini § 52 a til Beinir Johannesen, løgmann, frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu, um tænastuboð og eftirlit við landsstýrisfólki  

Fyrispurningurin er soljóðandi: 
1. Metir løgmaður tað vera í lagi, at landsstýrismaðurin alment boðar frá, at hann er til reiðar at geva somu tænastuboð aftur, hóast fyrisitingin eftir neyva viðgerð hevur mett tey vera óheimilað?

2. Hvørji ítøkilig stig hevur løgmaður tikið ella ætlar hann at taka við støði í eftirlitsskyldu síni eftir § 33, stk. 3, í stýrisskipanarlógini fyri at fáa greiði á heimildarspurninginum og tryggja, at óheimilað tænastuboð ikki verða givin? 

Svar: 
Svar uppá fyrra spurning: 

Løgfrøðingar hava verið ymiskir á máli, um landsstýrisfólkið hevði nøktandi heimild at geva umrøddu tænastuboð.  

Landsstýrisfólk hava evsta vald og eisini evstu ábyrgd á málsøkjum, sum løgmaður letur teimum at sita fyri. Tað er tí landsstýrisfólkið, ið ger av, hvørjum løgfrøðiligum ráðum hann velur at fylgja.

Í høvuðsheitum halda landsstýrisfólk seg til løgfrøðilig ráð frá fyrisitingini, men tað kunnu koma støður, har ivamál eru um løgfrøðina í einum máli. Tá er einki til hindurs fyri at hava fleiri metingar av sama máli ella at biðja um eina uttanhýsis løgfrøðiliga meting av málinum. Í síðsta enda er tað tó dómsvaldið, sum tekur støðu, um hvat er rætt.   

Svar uppá seinna spurning: 
Løgmanseftirlitið við landsstýrisfólki er av yvirskipaðum slagi. Skulu tiltøk verða sett í verk sbrt. stýrisskipanarlógini § 33, stk. 3, so skal verða talan um, at sjálvt landsstýrisfólkið hevur framt eitt eyðsýnt lógarbrot.

Tað er ikki talan um í ítøkiliga førinum.

Her verður gjørd ein løgfrøðilig meting av spurninginum um, hvørt heimild er hjá landsstýrisfólkinum at geva tænastuboð til Búnaðarstovuna.

Fyrisitingin metir, at tað ikki er heimilað. Landsstýrisfólkið ivast í tulkingini hjá fyrisitingini og spyr advokat, sum ikki er samdur við fyrisitingini og metir, at tænastuboðini eru heimilað.

Leggur løgmaður seg út í hesa meting, er hann í roynd og veru kærumyndugleiki fyri øllum avgerðum hjá landsstýrisfólkum og tað hevur ongantíð verið ætlanin við § 33, stk. 3 í stýrisskipanarlógini. 

Í Tinganesi, 16. september 2026 
Beinir Johannesen 
løgmaður 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #