Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jenis Kristian av Rana, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Lóggáva um trúarsamfeløg

Spurningur:  

- Fer landsstýrið at seta í verk lóggávu um trúarsamfeløg í Føroyum – og um so er nær?

Viðmerkingar:
Í svari til § 52a fyrispurning frá undirritaða hin 16. januar 2026, nevndur “Fremmand trúarsúmbol í Føroyum” (52-063/2025), svarar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, m.a., at: “Hinvegin er lóggáva um trúarsamfeløg í øðrum londum, og vert er at viðgera, um tørvur er á slíkari lóggávu í Føroyum.”

Við hesum er tað ikki greitt, hvørt landsstýriskvinnan hevur ætlanir um at seta slíka lóggávu í verk ella ikki.

Hesin fyrispurningurin verður tí settur fyri at fáa greiðu á, um talan bert er um hugsanir hjá landsstýriskvinnuni, ella um landsstýrið fer at koma í Løgtingið við uppskoti um lóggávu um trúarsamfeløg í Føroyum – og um so er, nær hetta kann hugsast at fara at verða gjørt.

Í svari sínum greinaði landsstýriskvinnan annars støðuna soleiðis:

- at avmarkingar ella forðingar í vard mannarættindi ber bert til at seta við greiðari lógarheimild

- at tær mugu verða grundaðar á atlit at tungtvigandi og samfelagsliga viðurkendum endamálum, so sum almennu trygdina, friðin, heilsuna ella virðingina fyri rættindunum hjá øðrum

- at inntriv skulu harumframt vera neyðug og proportional í mun til endamálið

- at serliga tungtvigandi grundir skulu til, um beinleiðis inntriv skulu verða vend móti einum ávísum trúarsamfelagi ella átrúnaði

- at í rættarvenju hjá Mannarættindadómstólinum í Strasbourg eru fleiri dømi um, at slík inntriv eru góðtikin, tá ið eitt nú almenn trygdar- og skipanaratlit ganga framum átrúnaðarlig atlit hjá borgarunum, t.d. í ferðslu-, byggi- og býarskipanarmálum

at hesi koma undir undantaksregluna til vard politisk og  borgarlig mannarættindi

Nevnast skal, at av serliga tungtvigandi grundum til ikki at loyva moskubygging í Føroyum verða annars millum manna javnan nevndar:

- royndir úr m.ø. grannalondum
- atlit til almenna friðin og samhaldsfestið í einum lítlum samfelagi
- forðing av paralellsamfeløgum
- vernd av føroyskari mentan, virðum og fólkaræði

Á Løgtingi, 21. januar 2026
Jenis Kristian av Rana

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #