Eg haldi, at jú harðari eg arbeiði, jú hepnari verði eg
- Thomas Jefferson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg haldi, at jú harðari eg arbeiði, jú hepnari verði eg
- Thomas Jefferson
Politikkur

Ein lóg, sum er til nógv stríð hjá fólki, og sum kostar landinum og vinnuni eina rúgvu av pengum er GDPR lógin, sum kemur úr ES.

Tað munnu vera nógv, sum ikki vita, hvat hon gongur út uppá, og eg havi eingi vanlig folk møtt, sum eru glað fyri, at vit hava fingið hana.

Endamálið við lógini at verja persónsdátur er gott, men hon er fullkomuliga yvirdimensionerað og førir til óneyðugt bureaukrati og kostar milliónir hjá landi og fyritøkum at umsita.

Tað er ikki vist, at vit sleppa av við GDPR, fyrr enn ES sær ljósið og broytir hana, men vit kunnu í øllum førum seta filtur á, so vit ikki fáa aðrar líknandi lógir, uttan so, at vit als einki annað hava í at velja.

Í summum førum noyðast vit at kopiera ES lóggávu. Til dømis fyri útflutningsvinnuna, og fyri at verða trygt triðjaland, men ikki í øllum førum. Vit eiga altíð at hyggja at, hvussu vit sleppa sum lættast, heldur enn ókritiskt at kopiera ES lóggávu.

Tað er einki endamál at gera ella kopiera lóggávu í stríðum streymum, sum einki gott ger fyri vanliga borgaran, og sum í síðsta enda – sum GDPR – ger okkum øll fátækari.

At gera alla føroyska lóggávu ES hóskandi er ikki ein gongd leið, tí so hokna vit undan í reglugerðum og fyrisiting. Vit mugu velja og vraka.

Vit mugu gevast at innføra lóggávu, sum eingin hevur biðið um.

Ben Arabo, Javnaðarflokkurin

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #