Á almennu heimasíðuni hjá amerikanska forsetanum, WhiteHouse.gov, verða tey vitjandi vælkomin við stórum bókstavum:
“VÆLKOMIN TIL GULLØÐINA!”
Eitt hálvt ár eftir at Trump lovaði amerikanska fólkinum eina nýggja gulløld í setanarrøðu síni, sigur búskapargreining eina aðra søgu enn hana, sum Hvíta Húsið sigur frá.
“Eg varð frelstur av Gudi fyri at gera Amerika stórt aftur,” segði Trump, tá hann offisielt varð afturvaldur sum forseti 20. januar 2025.
Hann legði afturat, at “mín stoltasti arvur verður sum friðarmaður og ein sameinandi kraf.”
So hvussu hevur gingist amerikanska búskapinum í gyltu øldini?
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



