Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe
Krutl

Filmsfelagið: Mikudagin sýna vit í Filmsfelagnum “Small things like these”. Sýningin er almenn og atgongumerkjasølan er byrjað.

Oscarvinnarin, Cillian Murphy, ið vit sóu í stórbæra filminum ”Oppenheimer”, er framúr høvuðsleikarin í hesi hjartanemandi og sterku søguni um næstrakærleika, dirvi og ábyrgd. Søgan byggir á samnevndu metsølubókina hjá Claire Keegan, sum eisini skrivaði ”The Quiet Girl”, ið vit áður hava víst.

Vit eru í Írlandi í fýrsunum. Cillian Murphy er pápin, Bill Furlong, sum meðan hann selur kol, at breyðføða familjuna, rakar við skakandi loynidómar, sum kirkjan vil gera alt fyri at dylja. Bill sær, at ungar ógiftar gentur, sum eru vorðnar við barn, verða hildnar fjaldar og innilæstar móti teirra vilja.

Fortíðin rennur upp fyri Bill, og við fimm døtrum at forsyrgja, fløkir hann seg inn í eina krevjandi morlalska tvístøðu. Loynidómarnir í lítla býnum, har katólska kirkjan ræður øllum, lata hann ikki støðast við eina stiltigandi játtan, at alt er í lagi. Han verður noyddur at gera upp við fortíðina.

”Small things like these” viðger ein døkkan kapitil í írsku katólsku kirkjuni, og minnir okkum á, at gamlar syndir aldri eru langt burturi. Filmurin varð frumsýndur á altjóða filmstevnuni í Berlin, har Emily Watson, vit kenna frá meistaraverkinum hjá Lars von Trier, ”Breaking the Waves”, vann virðislønina fyri besta hjá leiklut. Í Írlandi varð filmurin í ár kosin besti filmur við besta mannliga høvuðsleikara.

Filmsfelagið: 12/11 kl 20:00 Small things like these (Tim Mielants Írland 2024 98 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo