Donald Trump yngri og kona hansara, Bettina Trump, fingu nógv av sínum luksusbrúdleypi goldið við pengum frá russiska oligarkinum Umar Kremlev, sum hevur tætt samband við Vladimir Putin.
Tað skrivar amerikanski miðilin ProPublica.
Sambært teirra upplýsingum gav Umar Kremlev fleiri hundrað túsund dollarar - nakrar fáar milliónir krónur - til tríggjar daga luksusbrúdleypið hjá parinum seinast í mai, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



