Eg venji tíðliga um morgunin - áðrenn heilin uppdagar, hvat eg geri
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg venji tíðliga um morgunin - áðrenn heilin uppdagar, hvat eg geri
- ókendur
Vinna

Fyri fyrstu ferð í meira enn 20 ár hevði stóra føroyska alifyritøkan Luna hall á botnlinjuni í fjør.

Úrslitið eftir skatt var hall á 14 milliónir krónur. Tað skal samanberast við vinning á góðar 77 mió kr árið fyri.

Sølan minkaði úr 1,244 mia kr í 2024 til 1,188 mia kr í fjør. Framleiðslukostnaðurin minkaði eisini, men aðrar útreiðslur vuksu, eitt nú til starvsfólk, rentur og ikki minst avskrivingar. 

Leiðslan sigur í frágreiðingini, at hon er ikki nøgd við úrslitið. Hon metir, at tøkan í ár verður lægri, og úrslitið fer at liggja millum 0 og 30 mió kr.

Luna er væl fyri at taka tey bakkøstini, sum máttu komið við einum fíggjarstøðujavna uppá 1,8 milliardir krónur og eini eginogn uppá 1,3 mia kr.

275 fólk arbeiddu hjá Luna í fjør.

Atli Gregersen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #