Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum fer ikki at lurta eftir ALS-stýrinum, sum vil hava Arbeiðsloysisskipanina burtur úr fíggjarlógini, skrivar KVF.
- Talan er bert um formalitetir og teknikalitetir, sum skulu tryggja, at fíggjarlógin vísir eina fullfíggjaða mynd av búskapinum, sigur Ruth Vang.
Eftir frið í nógv ár er orðaskifti aftur kyknað um spurningin, um Arbeiðsloysisskipanin skal vera á fíggjarlógini ella ikki.
Stýrið fyri ALS sigur kortanei og vísir til lógarásetingina, sum kom inn í ALS-lógina í 2009, men landsstýriskvinnan sigur, at ALS skal vera á fíggjarlógini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



