Í fjør vóru tað KÍ og Jákup Biskopstø Andreasen, ið fóru avstað við Løgmanssteypinum hjá monnum - Mynd: www.FSF.fo
Í fjør vóru tað KÍ og Jákup Biskopstø Andreasen, ið fóru avstað við Løgmanssteypinum hjá monnum - Mynd: www.FSF.fo
FSF: Um vikuskiftið fer MeistaraDeildin hjá kvinnum av bakkastokki, samstundis sum fult umfar í MeistaraDeildini hjá monnum eisini er á skránni.
Fyrsti dystur verður longu fríggjakvøldið klokkan 18:30 við Margáir í Streymnesi, har EB/Streymur og KÍ hittast í triðja umfari hjá monnum. Klokkan 19:00 byrjar so fyrsti dystur í MeistaraDeildini hjá kvinnum, tá NSÍ tekur ímóti Skála við Løkin í Runavík.
Eftir ætlan skuldu hinir dystirnir í triðja umfari hjá monnum og í fyrsta umfari hjá kvinnum verða sunnudagin. Men veðurforsøgnin fyri sunnudagin sær heldur ótespilig út, og tí er leikskráin broytt.
Tríggir av mansdystunum verða framskundaðir til leygardagin, ein verður útsettur til mánadagin, meðan dystirnir hjá kvinnum verða spældir mánadagin og týsdagin.
Tað verður tískil eftir dystin í Sarpugerði í Norðragøtu mánakvøldið, at lutakastið til steypakappingarnar hjá kvinnum og monnum verður avgreitt. Væntandi verður klárt at draga, tá klokkan nærkast hálvgum níggju, klokkan 20:30.
Lutakastið verður víst beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



