Svar til § 52a fyrispurning nr. 52-015/2025 frá Fíu Selmu Nielsen, løgtingskvinnu, til Bárð á Steig Nielsen, landsstýrismann, um at fiska við tveimum trolum
Spurningar:
1. Hvat hevði tað merkt fyri búskapin, um tað verður loyvt at fiska við tveimum trolum?
a) Í hvønn mun hevði hetta merkt effektiviseringina av fiskiskapinum?
2. Hvørjar ávirkanir metir landsstýrismaðurin, at fiskiskapur við tveimum trolum hevði havt á umhvørvið og stovnarnar?
a) Hvørja ávirkan kann tað hava á djúpvatnsfiskin á ytru leið?
b) Hvussu hevði hetta ávirkað burðardygdina í fiskiskapinum?
3. Ætlar landsstýrið at gera nakað við møguleikan at fiska við tveimum trolum?
Svar:
Til spurning 1
Spurningarnir verða svaraðir undir einum.
Tað fyriliggur ikki grundarlag fyri at meta um samlaðu búskaparligu ávirkanina av at loyva tvítroli undir Føroyum.
Í mun til skiparaksturin eru fyrimunir við meira effektivum reiðskapi. Enn eru avmarkaðar royndir gjørdar við tvítroli undir Føroyum. Hesar royndir benda tó á, at tvítrolið fiskar millum 70 og 80% meira enn lemmatrol. Harumframt vísa kanningarnar, at oljunýtslan pr. tíma hækkar, tá tvítrol verður nýtt, men lækkar í mun til hvørt kilo av veiðu. Olja er ein týðandi partur av rakstrarkostnaðinum hjá trolarum og úrslitini benda sostatt á, at raksturin hjá skipunum helst kann batna, um tvítrol verður nýtt.
Til spurning 2
Spurningarnir verða svaraðir undir einum.
Í londunum rundan um okkum er vanligt at nýta tvítrol og eisini trý- og fýratrol.
Í hesum londum er fiskiskapurin skipaður við kvotum, mótvegis okkara skipan, sum er ein dagaskipan. Ein møgulig broyting, sum loyvir tvítroli í fiskiskapinum eftir botnfiski undir Føroyum má tí tryggja, at fiskiorkan ikki økist.
Í verandi flota er talið avmarkað av skipum, sum lúka treytirnar í fiskidagaskipanini í mun til stødd og motorstødd, og sum samstundis eru soleiðis útgjørd, at tey kunnu brúka tvítrol.
Roknast kann tó við, at so hvørt nýggj skip koma í flotan, verða tað fleiri skip, sum fara at hava møguleika at nýta tvítrol. Um hesi nýggju skipini somuleiðis hava nóg stóra tóvmegi at royna á djúpum vatni við tvítroli, er møguleiki fyri, at royndin á djúpum vatni økist munandi.
Higartil eru kanningar gjørdar í veiðu eftir toski á Íslandsrygginum og á djúpum vatni eftir svartkalva. Hesar kanningar benda á, at skipini fáa meira pr. tíma / fiskidag. Um tvítrol verður loyvt, gerast veiðievnini størri. Harvið er vandi fyri, at trýstið á fiskastovnarnar verður størri, um talið av fiskidøgum ikki verður tillagað samsvarandi við økta effektivitetin.
Í mun til umhvørvið benda gjørdu kanningarnar á, at tvítrol fiskar munandi meir pr. fiskitíma, og at nýtslan av olju í mun til veiðu minkar. Hetta gevur ábendingar um, at útlát pr. veiðinøgd minkar, um tvítrol verður brúkt.
Til spurning 3
Kanningarnar, sum eru gjørdar higartil við tvítroli, vóru avmarkaðar í vavi og fevndu ikki um upsa. Tí er tørvur á fleiri kanningum fyri at tryggja nøktandi grundarlag at taka støðu út frá.
Eg havi tí tikið avgerð um at lýsa eftir umsóknum til royndarfiskiskap við tvítroli, bæði á djúpum vatni eftir svartkalva og í fiskiskapinum eftir upsa. Í samstarvi við Havstovuna er ein kanningarleistur gjørdur. Um áhugi er í vinnuni at fremja slíkar royndir, er ætlanin at fara undir hesar til heystar. Kanningarnar skulu gerast við skipum, sum lúka treytirnar í § 18, stk. 1, nr. 1 í sjófeingislógini. Hetta eru trolarar við 501-3000 HK.
Endamálið er at fáa tilfar til vega og kanna munir millum fiskiskap við tvítroli og tí reiðskapi, sum verður brúktur í dag, við tí fyri eyga at finna umrokningarfaktorar at stilla fiskidagar við.
Tá kanningarnar eru lidnar, geva tær vónandi nøktandi tilfar at taka støðu til, um vit eiga at loyva tvítroli í fiskidagaskipanini, og hvussu fiskidagatalið skal stillast.
Havast má í huga, at um tvítrol verður loyvt, kann verða neyðugt at stilla fiskidagatalið av nýggjum, so hvørt vinnan lærir seg at nýta tvítrol, samstundis sum tøknilig og onnur menning av hesum fiskiskapi fer fram.
Bárður á Steig Nielsen
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



