Eisini metti Brúkaraumboðið, at talan var um villleiðandi marknaðarføring og vísti á, at hetta var í stríð við góðan marknaðarføringssið.
Samanberandi lýsing má ikki skapa misálit á ella lítilsmeta kappingarneyta
Í lýsingini sást, uttast til vinstru, markerað við gulum, eitt slag av hoyritólum, sum fáast bæði í Hoyrnini og í almennu skipanini. Talan er um lágprístól við eldri tøkni og avmarkaðum møguleikum.
Lýsingin var bygd upp í stigum, har tilboðið hjá almennu skipanini bert var á niðasta trini, í meðan hoyritól, sum bert fáast hjá Hoyrnini, vóru á fleiri trinum upp eftir stiganum.
Harumframt var gjørdur ein greiður skilnaður í millum sokallað ”Einføld krøv”, har hoyritólini hjá almennu skipanini vóru sett, meðan ”Tíni krøv til hoyrnina í gerandisdegnum” og ”Fjølbroytt krøv” vóru har hoyritólini hjá Hoyrnini vóru sett inn.
Brúkaraumboðið metti, at marknaðarføringin var villleiðandi, skapti misálit á og lítilsmetti vørurnar hjá almennu skipanini. Hetta er í stríð við § 5, stk. 2 í marknaðarføringslógini.
Brúkaraumboðið skal vísa á, at óansæð um bert Hoyrnin hevur tey mest framkomnu hoyritólini við nýggjastu tøknini, so er tað í stríð við marknaðarføringslógina at hava eina lýsing, sum lítilsmetir ella skapar misálit á vørurnar hjá einum kappingarneyta.
Brúkaraumboðið heitti á Hoyrnina, um at taka marknaðarføringina av heimasíðuni alt fyri eitt ella broyta marknaðarføringina soleiðis, at hon ikki var í stríð við marknaðarføringslógina.
Hoyrnin hevur boðað frá, at felagið tekur niðurstøðuna til eftirtektar, og hevur tikið tilfarið um ”Privat ella alment” av heimasíðuni. Brúkaraumboðið ger tískil ikki meira við málið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



