Í morgin og týsdagin verður eitt gul sunnaneftir, sólin sær og hitin 10-12 stig.
Mikudagin hækkar hann upp í vestan men tó framvegis bert lítil vindur, smáskýggjað men eisini fleiri løtur við sól og sami hiti, um 10 stig.
Hósdagin frískar hann vindin upp í ein strúk av høgum vestri og tað verður ælaveður. Eitt sindur kaldari, um eini 8 stig.
Fríggjadagin minkar vindurin aftur, tað verður tó mest skýggjað nú og hitin um 10 stig.
Næsta vikuskifti verður bert eitt gul av ymsum ættum, sól, serliga leygardagin, og lýggjari aftur, um eini 12 stig ella meira.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



