Tá svensku floksleiðararnir mánakvøldið hittust til sjónvarpskjak, hekk ein silvurlitt Dávidsstjørna um hálsin á Simonu Mohamsson, sum er floksleiðari í Liberalerna og svenskur útbúgvingar- og integratiónsráðharri.
Tað elvdi til harðar reaktiónir.
Expressen skipaði fyri kjakinum, uppundir ríkisdagsvalið 13. september, har sera javnt er millum politisku blokkarnar.
Mohamsson segði undan kjakinum, at hon bar jødiska symbolið fyri at mótmæla vaksandi antisemitismu í Svøríki.
– Eg arbeiði í politikki og havi ein pall, og tí kenni eg eisini eina skyldu at tala ímóti antisemitismuni, sum er vaksin ógvusliga í okkara landi, segði hon við Expressen.
Samstundis var Dávidsstjørnan ein atfinning ímóti Vänsterpartiet, sum seinastu árini hevur havt fleiri mál um antisemitiskar útsagnir og stuðul til Hamas millum sínar limir.
– Tað er kanska týdningarmiklari enn nakrantíð, at ein við míni bakgrund eisini kann vísa samhaldsfesti við jødum í Svøríki, segði Mohamsson, sum hevur palestinskan-libanesiskan uppruna.
"Má hon brenna"
Ein av hvassastu atfinningunum kom frá politologinum Valley Ghanem í Malmö, sum eisini hevur palestinskan uppruna. Á sosialum miðlum legði hon Mohamsson undir at svíkja sítt egna fólk og skrivaði síðani orðini: "Má hon brenna".
Ghanem hevur áður verið við til at menna ætlanina hjá Malmö kommunu móti islamofobi. Hon segði, at Dávidsstjørnan hjá Mohamsson var tekin um "blindan trúskap móti Ísrael" og stuðul til kríggið í Gaza.
Mohamsson sigur, at álopini minna hana á støðuna hjá nógvum svenskum jødum.
– Jødiskir studentar hava greitt mær frá, at teir ikki tora at bera Dávidsstjørnuna í skúla ella á universiteti. Onnur kenna ótta, tá tey fara í synagoguna ella fylgja børnunum í skúla, segði hon við Aftonbladet.
Antisemitisk hatursbrotsverk tvífaldað
Ein frágreiðing frá svenska kriminalfyribyrgjandi ráðnum Brå vísir, at antisemitisman er vaksin, og at ótryggleikin millum svenskar jødar er øktur.
Sambært Expressen tvífaldaðist talið av fráboðaðum antisemitiskum hatursbrotsverkum frá 2022 til 2024.
Valley Ghanem tók seinni lutvíst útsøgnina "má hon brenna" aftur og segði, at hon hevði skrivað hana í sinnismuni. Hon segði við Aftonbladet, at hon ikki hevði meint orðini bókstaviliga.
Mohamsson hevur eftir kjakið fingið stuðul frá fleiri stjórnarlimum, teirra millum forsætisráðharranum, Ulf Kristersson.
– Tað, hon nú er fyri, er júst tað, sum nógvir svenskir jødar mugu tola alla tíðina. Hesaferð var tað hon sum tók kúluna, segði Kristersson við Expressen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



