Franski forsetin, Emmanuel Macron, og kona hansara Brigitte fara at leggja fram myndalig og vísindalig prógv fyri einum amerikanskum dómstóli, sum prógva, at Brigitte Macron er kvinna, sigur advokaturin hjá forsetahjúnunum, Tom Clare, í sendingini hjá BBC, 'Fame under Fire'.
Prógvini verða løgd fram í einum ærumeiðingarmáli móti høgravenda influensaranum Candace Owens, eftir at hon upplýsti, at hon heldur, at Brigitte Macron er fødd sum maður, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



