Ein av royndu flogskiparunum hjá Atlantic Airways, Jógvan Fjørðoy, leggur nú frá sær vegna aldur. Atlantsflog skrivar á sosialu miðlunum, at Jógvan fleyg seinasta túrin í gjár. Túrurin var úr Keypmannahavn til Vágar
- Seinasti túrurin var tó eyka serligur, tí undir liðini á Jógvani í stýrhúsinum sat Mortan Fjørðoy, sonur Jógvan, sum var stýrimaður á ferðini heim, skrivar Atlantsflog, sum samstundis takkar Jógvan fyri trúgva tænastu og vónar at síggja hann skjótt umborð aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo