Í fleiri enn 50 ár hevur Hans Inge Fagervik ríka heimin við nógvum frálíkum andaligum sangum og 3. oktober kl. 21.00 trínur hann á pallin í Lívdini við lokalum tónleikarum at spæla bæði nýggjar og eldri sangir.
Hans Inge lærdi at spæla guitar tá hann var 12 ára gamal lá heima sjúkur við kusmur (fárasjúkuni) og mamman tók sær tíð at læra hann hetta.
Í gjøgnum tíðina hevur hann skriva nógvar sangir, bæði orð og løg, og millum annað skrivaði hann sangin Æ ser en soloppgang, Nelson Mandela, sum var ein dreymur um at Mandela skuldi sleppa út úr fongslinum, sum hann sat í. Sangurin bleiv skrivaður 5 ár áðrenn at Mandela bleiv fríkendur og nakað eftir hetta fekk Hans Inge takkarskriv frá ANC í Suður Afrika at hann hevði skrivað hendan sang.
Eisini hevur hann skrivað sangin mor Teresa, sum er um móður Teresu og hennara lív. Hann nevnir at tað var trupult at seta orð á eina so megnar kvinnu, sum móður Teresa, tí, sum hann sigur, eingin hevur teknað eina so vakra mynd av Jesusi, sum móður Teresa.
Fleiri av sangunum hjá honum eru umsettir til ymisk mál og sjálvandi eisini føroyskt og tann mest kendi má vera farvæl Maria, sum Kim Hansen millum annað syngur. Hesin sangur bleiv skrivaður av Hans Inge tá ein av hansara vinum mátti lúti í 80´unum fyri narkotika og hetta varð hart fyri hann. Sangurin verður ofta brúktur í samband við tiltøk, sum seta sjóneykuna á misbrúk av rúsevnum.
Annika og Sigrið syngja eisini ein kendan sang hjá honum, eg ræðist ikki regnið.
Hans Inge hevur samarbeitt nógv við fleiri av kendastu tónleikarum og sangarum í Noregi og tá eg spurdi hann um tey enn møtast, so sigur hann at tá festivalar eru, so møtast tey á trappuni upp og niður av pallinum.
Tað er eisini pláss til eitt sindur av festligum sangum og her kom fram at hann var við í útgávuni Exodus - sangene fra musicalen har millum annað sangurin Dialog er um blinda biddaran.
Hans Inge Fagervik er vorðin 73 ára gamal og trínur, sum skrivað stendur, á pall í Lívdini 3. oktober kl. 21.00 saman við føroyskum tónleikarum. Dagin eftir, t.v.s. 4. oktober, fyllir hann so 74 ár.
Atgongumerki til konsertina kunnu keypast á www.praisehim.fo har prísurin í forsølu er kr. 250,- (kr. 350,- við dyrnar)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



