Frægari er at hava Harran í hjartanum enn í gákinum
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Frægari er at hava Harran í hjartanum enn í gákinum
- úr Børkuvísum
Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-039/2026 eftir § 52a í tingskipanini, um serpsykologar til barna- og ungdómspsykiatriina og vaksinpsykiatriina, frá Bjørt Lind, løgtingskvinnu

Spurningarnir vóru soljóðandi: 
1. Ætlar landsstýriskvinnan at tryggja, at fleiri sálarfrøðingar fáa møguleika at taka serpsykologútbúgving innan barna- og ungdómspsykiatri og vaksinpsykiatri?

2. Um ja, hvat ítøkiligt ætlar landsstýriskvinnan at gera fyri, at høvuðsútbúgvingin er klár til tey, sum eru í gongd við ella ætla at útbúgva seg til serpsykolog?  

3. Er møguligt at fíggja útbúgvingarstørv til serpsykologar úr serstøku serlæknapuljuni?

4. Hvønn leiklut metir landsstýriskvinnan, at serpsykologar kunnu hava í arbeiðinum at stytta bíðitíðirnar til útgreining og viðgerð í barna- og ungdómspsykiatriini og vaksinpsykiatriini?

5. Ætlar landsstýriskvinna at seta í verk ítøkilig átøk fyri at stytta bíðitíðirnar?

Svar: 
Til spurning 1 
 
Tað er ynskiligt at sálarfrøðingar fáa møguleika at taka útbúgving til sersálarfrøðing og at sersálarfrøðingar verða settir í starv bæði í barna- og ungdómspsykiatri og vaksinpsykiatri.  

Psykiatriski depilin hevur gjørt vart við, at tey fegin vilja fara undir eina tilgongd, har Psykiatriski depilin kann vera við til at útbúgva sersálarfrøðingar. Til hetta krevst ein avtala við donsku útbúgvingarskipanina, sum tey meta ikki hevði verið ein trupulleiki at fingið í lag.

Psykiatriski depilin hevur fyrr havt tílíka avtalu við donsku útbúgvingarskipanina í sambandi við,  at ein sálarfrøðingur var farin undir hesa útbúgving og tikið fyrsta árið av útbúgvingini á Landssjúkrahúsinum. Hetta arbeiðið er tó steðgað fyribils, tí tann sersálarfrøðingurin, ið var í starvi á Landssjúkrahúsinum, hevur sagt seg úr starvinum. Fyri at kunna útbúgva sersálarfrøðingar krevst, at ein sersálarfrøðingur er í starvi.  

Sambært Sjúkrahúsverkinum er tað ein stór avbjóðing, at tað sambært galdandi sáttmála ikki er møguligt at løna sersálarfrøðingum fyri teirra førleikar og funktión. Vit kunnu tí ikki vænta at sersálarfrøðingar vilja arbeiða í Sjúkrahúsverkinum, um teir ikki verða løntir fyri sína serútbúgving og tí fáa vit heldur ikki útbúgvi fleiri.

Til spurning 2  
Landsstýriskvinnan metir, at tað er sera umráðandi, at lønarviðurskiftini verða fingin í rættlag, sum ein fyritreyt fyri at kunna útbúgva og seta sersálarfrøðingar í starv. Talan er sostatt um eitt mál sum má viðgerast millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.  

Til spurning 3 
Serlæknapuljan er ikki til útbúgvingarstørv. Tað er tí ikki ein møguleiki.

Til spurning 4  
Ein av orsøkunum til, at farið varð undir at gera hesa serútbúgvingina til sálarfrøðingar var, at tað var mangul upp á serlæknar, bæði í barna- og ungdómspsykiatri og í vakisinpsykiatri, og hildið var, at hetta kundi linna um tað trýst, sum var á skipanirnar.

Sersálarfrøðingar kunnu taka ábyrgd av uppgávum innan sína serfrøði, eitt nú psykopatologiskari útgreining, diagnostiskum arbeiði og sálarfrøðiligari viðgerð. Á henda hátt kunnu teir avgjørt hava ein leiklut í at stytta um bíðitíðirnar.

Til spurning 5  
Tað verður arbeitt við ymiskum átøkum.  

Eitt av hesum átøkum er at flyta viðlíkahaldsviðgerð fyri ADHD/ADD úr Sjúkrahúsverkinum til kommunulæknar. Hetta arbeiðið er komið væl áleiðis og kemur at leysgeva tímar í ADHD ambulatoriinum til at gera útgreiningar av nýggjum sjúklingum, sum í dag verða brúktir til viðlíkahaldsviðgerð. Sjúkrahúsverkið metir, at hetta kann gera at fleiri sjúklingar kunnu koma ígjøgnum ambulatoriið og bíðitíðin tí kann styttast.

Arbeitt verður eisini áhaldandi við at fáa betri serlæknamanning í psykiatriini. Psykiatriski depilin hevur ígjøgnum serlæknajáttanina sett ein nýggjan serlækna í psykiatri í september 2026 soleiðis, at tað í løtuni eru 6 serlæknar í vaksinpsykiatriini. Psykiatriski depilin arbeiðir eisini  við at fáa komandi serlæknar at taka part av høvuðsútbúgvingini í Føroyum, við atliti at kunna seta enn fleiri serlæknar á økinum. Sambært serlæknaætlanini, sum varð handað landsstýrisfólkinum í 2024, er málið at fáa sett 10 serlæknar í vaksinpsykiatriini.

Í Barna- og ungdómspsykiatriini er tað trupult at fáa serlæknar í fast starv. Í løtuni er bert eitt serlæknastarv mannað í Barna- og ungdómspsykiatriini og tað er við brøki 0,8. Harumframt hevur Psykiatriski depilin gjørt avtalur við danskar serlæknar, sum koma til Føroya nøkur tíðarskeið árliga. Sambært áðurnevndu serlæknaætlan, er málið at fáa sett 3 serlæknar í Barna- og ungdómspsykiatriini.

Arbeitt verður eisini við at fáa útbúgvingarstørv (introstørv) í barna- og ungdómspsykiatri, við atliti at fáa fleiri føroyskar læknar í fast starv í framtíðini. 

Heilsu- og orkumálaráðið, 21. september 2026 
Eyðdis Hartmann Niclasen 
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #