Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Løgtingið: Í morgin 10. septembur 2025, kl.14.00, verður málningurin av fyrrverandi løgtingsformanninum, Páll á Reynatúgvu, avdúkaður. Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, fer at avdúka málningin. 

Páll á Reynatúgvu sat sum løgtingsformaður í tíðarskeiðinum frá 2015 til 2019. 

Formansskapurin í Løgtinginum hevur áður gjørt av, at málningar verða gjørdir av øllum løgtingsformonnum og kvinnum, sum hava sitið í embætinum, síðan Stýrisskipanarlógin kom í gildi í 1995. Tey, sum eru avmyndað higartil, eru Marita Petersen (1994-95), Jógvan Ingvard Olsen (1995-98), Finnbogi Ísakson (1998-2002), Edmund Joensen (2002-08), Hergeir Nielsen (2008-11) og Jógvan á Lakjuni (2011-15 og aftur í 2019-22). Málningurin av Páll á Reynatúgvu kemur sostatt at hanga saman við mállningunum av áðurnevndu løgtingsformonnum og løgtingsforkvinnu, í gongini á 2. hædd í Løgtinginum. 

Skipanin er tann, at fyrrverandi tingformaðurin sjálvur velur málaran, og uppgávan verður avtalað millum verandi løgtingsformann, fyrrverandi tingformannin og listamálaran, áðrenn arbeiðið fer í gongd.

Tað er listamaðurin Torbjørn Olsen, sum hevur gjørt listaverkið. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #