– Nøkur fá tandur hava nærum óavmarkað vald yvir vitlíki, ávarar ST-hákommisserurin fyri mannarættindi, Volker Türk.
Í dag setti Türk 63. fundin í Mannarættindaráðnum hjá ST í Geneve.
Í røðu síni málaði hann eina dapra mynd av vaksandi ósemjum, veðurlagskaosi og skjótum tøkniligum broytingum, sum eru við til at elva til polarisering kring heimin, skrivar TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



