Donald Trump ber seg at sum eitt russiskt aktiv, sigur forsetin í Portugal, Marcelo Rebelo de Sousa, sambært miðlinum Portugal Pulse.
- Ovasti leiðarin í heimsins fremsta stórveldi er objektivt eitt sovjetiskt ella russiskt aktiv. Hann virkar sum ein ogn, segði hann á einum pallborðsorðaskifti mikudagin og legði afturat:
- Eg sigi, at objektivt hevur nýggja amerikanska leiðslan gagnað Russiska Samveldinum strategiskt, sambært TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



