Margretha drotning fyllir 86 ár í dag.
Dagurin verður hildin á Fredensborg Slot saman við familjuni. Í samband við dagin fer Den Kongelige Livgardes Musikkorps at spæla eina lítla konsert fyri henni í Innara Slotsgarðinum, tað verður tá vaktarskifti er á middegi.
Margretha gjørdist drotning 14. januar 1972 tá pápi hennara, Fríðrikur 9 doyði. Hon legði frá sær sum drotning 14. januar 2024. Hon var seinast á vitjan í Føroyum í juli 2021.
Margretha drotning hevur tað sambært almennum keldum gott hóast aldurin. Hon varð løgd undir skurð í rygginum í februar 2023, í 2024 var hon innløgd eitt stutt skifti, tí hon var dottin, og í mai í fjør var hon aftur innløgd í samband við krím.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



