Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Innlendis ítróttur

Mattias Hellisdal er fyri fyrstu ferð úttikin til A-landsliðið, sum í næstum fer undir eina nýggja UEFA Nations League-kapping - Mynd: vskfottboll.nu

Mattias Hellisdal er fyri fyrstu ferð úttikin til A-landsliðið, sum í næstum fer undir eina nýggja UEFA Nations League-kapping - Mynd: vskfottboll.nu

Mattias Hellisdal er fyri fyrstu ferð úttikin til A-landsliðið, sum í næstum fer undir eina nýggja UEFA Nations League-kapping - Mynd: vskfottboll.nu

FSF: – Hetta er ein dreingjadreymur, sum nú er vorðin veruleiki. Tað størsta fyri ein føroyskan fótbóltsspælara er at sleppa at umboða A-landsliðið, so eg varð sjálvandi sera fegin, tá boðini komu. Tað er framvegis ikki ordiliga gingið upp fyri mær enn, sigur Mattias Hellisdal við heimasíðuna hjá FSF.

Mánadagin var 20 ára gamli miðvallarin, sum spælir fyri Västerås SK í Svøríki, millum teir 23 spælararnar, sum Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur úttikið til komandi dystir í UEFA Nations League móti Kasakstan, Moldova og Slovakia.

Føroyar skulu spæla fýra Nations League-dystir í tíðarskeiðnum frá 26. septembur til 6. oktobur. Fyrsti dystur verður á heimavølli móti Kasakstan 26. septembur, áðrenn føroyska liðið fer til Moldova, har spælt verður 29. septembur. Síðani kemur Slovakia á vitjan á Tórsvølli 2. oktobur, og síðsti dysturin í hesum umfarinum verður á útivølli móti Kasakstan 6. oktobur.

Hópurin
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømsgodset IF (Noreg)
Ari í Haraldstovu Petersen, ÍBV (Ísland)

Gunnar Vatnhamar, Vejle BK (Danmark)
Andrias Edmundsson, Hellas Verona FC (Italia)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Samuel Chukwudi, SV Ried (Eysturríki)
Heini Vatnsdal, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík
Martin Agnarsson, Mjällby AIF (Svøríki)
Ási Dam, HB Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík

Géza Dávid Turi, Grimsby Town FC (England)
Poul Kallsberg, Hillerød Fodbold (Danmark)
Emil Weihe Joensen, NSÍ Runavík
Mattias Hellisdal, Västerås SK (Svøríki)
Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (Kasakstan)
Hanus Sørensen, NK Aluminij Kidricevo (Slovenia)
Áki Samuelsen, Mjällby AIF (Svøríki)

Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Adrian Justinussen, AC Horsens (Danmark)
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík

Atgongumerki til dystirnar fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.

Her eru fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #