Mattias Hellisdal er fyri fyrstu ferð partur av A-landsliðnnum - Mynd: www.FSF.fo
Mattias Hellisdal er fyri fyrstu ferð partur av A-landsliðnnum - Mynd: www.FSF.fo
FSF: Hann hevur verið millum stuðulsspælararnar á føroysku ungdómslandsliðunum, í august í fjør skifti hann barndómsfelagið B36 út við Västerås SK, sum spælir í bestu deildini í Svøríki, og í farnu viku var hann fyri fyrstu ferð úttikin til A-landsliðið.
Talan er um 20 ára gamla havnadrongin, Mattias Johnnysson Hellisdal.
Mattias er partur av hópinum hjá Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen, sum frá 26. septembur til 6. oktobur skal spæla fýra UEFA Nations League dystir. Tann fyrsti er leygardagin klokkan 17:00, tá Føroyar og Kasakstan møtast á Tórsvølli.
Hópurin fór av álvara undir fyrireikingarnar mánadagin, og áðrenn venjingina seinnapartin týsdagin fekk FSF varpið orðið Mattias Hellisdal, sum gleðir seg til eina spennandi og drúgva landsliðsskrá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



