Um tú gongur gjøgnum helviti, halt so á at ganga
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú gongur gjøgnum helviti, halt so á at ganga
- Winston Churchill
Vágatíðindi

Eg vil við hesum greiða frá arbeiðinum við at fáa søgur á film, og hvat skal til fyri at halda fram við tí. Eitt svar frá Vága kommunu um stuðul til filmin um Nýggjaberg fekk meg at skriva hetta opna brævið. Tað snýr seg um mínar royndir við at gera føroyskt tilfar og um søgur, sum vit kunnu varðveita, meðan fólkini enn kunnu siga frá.

Vinnu- og mentanarnevndin hevur einmælt samtykt ikki at stuðla verkætlanini. Tað undrar meg, av tí at eingin grundgeving fylgir við, vil eg fegin skilja, hvat liggur aftanfyri avgerðina.

Filmurin snýr seg um, hvussu miðvingar sigu í Nýggjaberg at fleyga. Eg havi endurskapt sigið við bummi, línu, blokki og bátsmansstóli, Jónfinn Stenberg og eg hava filmað.

Tað var pápi, sum vakti áhugan fyri Nýggjabergi. Fyri meira enn 20 árum síðani filmaði eg hann, meðan hann greiddi frá. Í dag hevur pápi demens, og eg fái ikki somu frásøgn aftur. At eg eigi gomlu upptøkurnar, er orsøkin til, at eg kann gera heimildarfilmin. Hansara frásøgn verður knýtt við nýggju upptøkunum av siginum.

Tá eg filmaði pápa, visti eg ikki, hvussu stóran týdning upptøkurnar fóru at fáa.

Balslev hevur stuðlað við timbri, skrúvum og træverju, Vónin við línu og blokki og MEST við rustfríum besløgum. Tað eri eg glaður fyri. Eg søkti kommununa um 30.000 kr. til filmsarbeiðið. Filmurin er næstan liðugur, og ætlanin er at hava ókeypis frumsýning í Miðvági. Síðani verður hann tøkur hjá almenninginum.

Gjøgnum árini havi eg gjørt nógvar sendingar um fólk, søgur, arbeiðslív og náttúru, flestu í Vágum. Nakrar eru gjørdar í KVF og nakrar eru keypt arbeiði. Nógvar havi eg gjørt saman við Jónfinni Stenberg og nakrar saman við Sjúrði Poulsen. Tær flestu havi eg gjørt í frítíðini fyri egnar pengar. Niðanfyri er eitt yvirlit við dømum um sendingarnar og leinkjum til nakað av tilfarinum.

Rás Vágar, sum er Jónfinn Stenberg og eg, hevur fingið nakað av stuðli til útgerð frá kommununum og fyritøkum í Vágum. Tað eru vit glaðir fyri, og tað hevur hjálpt. Men útgerð ger ikki film. Tað skulu fólk og nógvir arbeiðstímar til at fáa søgurnar fram, filma, klippa, ljóð og litviðgera.

Tá eg hitti fólk, fái eg rósandi og eggjandi orð. Fólk biðja meg gera meira. Tað gleðir meg og gevur mær hug at halda á. Samstundis kann tað vera torført at finna tíð og pengar. Tað er tann parturin av arbeiðinum, sum ikki sæst í filminum.

Ein av filmunum er Eftir vørðunum við Hans Jørgensen, sum nýliga er deyður. Eg eri glaður fyri, at eg fekk filmað hann og tað, hann hevði at fortelja. Nú ber ikki til at fara aftur og spyrja hann. So stutt kann tað vera frá, at ein søga bara er eitt prát vekk, til tann, sum kann siga hana, ikki er her meira.

Pápi og Hans minna meg á, hví hetta arbeiðið hevur týdning. Tá vit hoyra fólk greiða frá, fáa vit bæði søguna, orðini, málførið og mátan, tey siga frá.

Tað snýr seg um søgur, mál og um at kenna upphavið. Føroyskt er undir trýsti. Børn og ung síggja og hoyra nógv á øðrum málum. Tí hevur tað týdning, at okkara egnu søgur eisini eru á skerminum.

PISA-úrslitini hava aftur sett lesing og mál á breddan. Eg haldi ikki, at filmurin um Nýggjaberg loysir trupulleikarnar við lesing. Men vit kunnu heldur ikki leggja alla ábyrgdina av máli á skúlan. Føroyskt má eisini vera ein natúrligur partur av tí, vit hyggja at og hava áhuga fyri í frítíðini.

Eg hevði tí vónað, at Vinnu- og mentanarnevndin sá møguleika fyri at stuðla hesum arbeiðinum. Eg veit, at tit ikki kunnu játta øllum umsóknum, og at tit hava fleiri atlit at taka. Eg hevði kortini verið glaður fyri eina grundgeving og fyri, at tit umhugsaðu umsóknina einaferð aftrat.

Eg havi hug at gera fleiri filmar. Tað eru nógvar søgur eftir, og eg vóni, at vit kunnu finna ein máta at varveita tær.

Jens Jákup Hansen

Yvirlit yvir sendingar og annað filmstilfar, eg havi arbeitt við gjøgnum árini

  • Hagamaðurin

  • Ein túrur norður á fjøll

  • Heystardagur

  • Norðustovubussurin

  • Ein túrur norður á fjøll

  • Miðvágsur

  • Við Gutta á fjall

  • Vága meistaraheitið

  • Húsið á Nýpuskri

  • Eftir vørðunum við Hans Jørgensen

  • Sjórænarasøgur úr Miðvági

  • Prát við Hans Mohr Hansen

  • Prát við Petur Jakku Haraldsen

  • Prát við Engelbrekt Poulsen

  • Heini Petersen greiðir frá um fiskastykki

  • Drúgvt sjónvarp – til Slættanesar

  • Drúgvt sjónvarp – til Gásadals

  • Drúgvt sjónvarp – til Geitiskorðadrang

  • Drúgvt sjónvarp – til Víkar

  • Útilív – tjalding

  • Útilív – sílaveiða

  • Útilív – gongutúrar

  • Útilív – keyp av upplivingum

  • Útilív – avbjóðingar í náttúruni og fuglaeygleiðing

  • Við fjepparum hjá 07 Vestur til steypadyst

  • Tá Neinbjørn gavst við Bilmiðjuni

  • Tá rossafjósið varð tikið í brúk

  • Bátasmíð í Sandavági

  • Elvirkið hjá J. K. Joensen

  • Sigið í Nýggjabergi – næstan liðugur

Hetta er ikki eitt fullfíggjað yvirlit. Tað eru fleiri sendingar og upptøkur, sum eg ikki minnist í løtuni, og annað tilfar, sum ikki hevur fingið nakað heiti. Summi heitini omanfyri lýsa innihaldið heldur enn at vera sjálvt sendingarheitið.

Tilfarið er spjatt á YouTube, Facebook, Rás Vágar og í savninum hjá Kringvarpinum. Her eru leinkjur til nakað av tí:

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #