Vit hittast á Facebook hjá Zuckerberg í USA heldur enn í bussinum hjá Gundi á Signabø. Kroppar eru ikki saman longur
- Høgni Mohr

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vit hittast á Facebook hjá Zuckerberg í USA heldur enn í bussinum hjá Gundi á Signabø. Kroppar eru ikki saman longur
- Høgni Mohr
Politikkur

Almanna- og Bústaðamálaráðið: MEGD hevur í dag verið á fundi við Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðamálum.

Á fundinum greiddi MEGD frá sínum virksemi og hvørji mál felagið hevur sett sær fyri at arbeiða við komandi tíðina.

Ása Olsen er á sínum fyrsta ári sum forkvinna í MEGD. Hon hevur tó drúgvar royndir á økinum og hevur millum annað verið aðalskrivari í MEGD og forkvinna í Hoyr.

MEGD legði á fundinum dent á, at samstarvið millum áhugafeløgini og politisku skipanina er ein av lyklunum til at flyta brekøkið fram á leið. 

Gjøgnum árini eru fleiri týdningarmikil mál og ítøkiligir batar framdir í samstarvi millum partarnar, og MEGD ynskir, at hetta samstarvið heldur fram.

- Vit fáa bestu og mest haldføru úrslitini, tá ið vit lurta eftir teimum, sum tað snýr seg um, og arbeiða saman um loysnirnar. Eg fegnist tí um fundin og síggi fram til eitt gott og konstruktivt samstarv við MEGD”, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #