Lít ongantíð á ein fret á gamalsaldrinum
- Jack Nicholson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lít ongantíð á ein fret á gamalsaldrinum
- Jack Nicholson
Lesarin skrivar

Fyrsta vikuskifti í juli fái eg vitjan av einum útlendskum vinapari.

Tey spyrja, um eg kann reservera teimum eitt hotel kamar ta fyrstu náttina í Føroyum.

So koyri eg tey at vitja familju.

Innan tey fara avstað aftur bjóða tey mær og manninum út at eta.

Nú kemur tað, sum ørkymlar meg, fyri ikki at siga sjokkerar meg.

Gistingin í eina nátt kostar meir enn 4000 krónur uttan morgunmat.

Eg spurdi á næsta hotelli og tveimum øðrum við, jú, tað kostaði omanfyri 4000 krónur at gista á øllum støðum, og so máttu tey keypa morgunmatin sjálv.

Eina hotellið við nakað lægri stíli, kundi bjóða kamar í eina nátt fyri 2800 krónur við morgunmati.

Og so eru tað prísirnir fyri at eta úti, so fínt, sum mínir gestir vilja.

Tað er blivi so dýrt, at eg tori ikki at mæla teimum til tað.

Er tað talið á ferðafólkum, sum pressar prísin so nógv upp, at vit meinigu fólk í hvussu er ikki hava ráð at fara til Havnar at gista bara eina nátt?

Tori ikki at hugsa um Ólavsøkuna.

Hvør kannar hesar prísir og bestemmar teir?

Nakar?

Bygdafrell             

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #