Nordic Aqua Partners, sum alir laks í Kina, økir framleiðsluna, men raksturin gevur framvegis hall, skrivar iLaks.
Í triðja ársfjórðingi var sølan 11,3 milliónir evrur, og miðal tøkuvektin var 4,4 kilo. Biomassin var metstórur við ársfjórðingslok: 5.662 tons.
Sambært Ragnari Joensen, stjóra, er fiskaheilsan góð, og við øðrum byggistigi í rakstri er árliga tøkuorkan nú 8.000 tons.
Felagið væntar at taka 5.700–6.000 tons í ár og 8.000 tons næsta ár. Vaksandi framleiðsla skal lækka kostnaðin fyri kilo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



