Umboðsmaðurin: Mentamálaráðið hevur fingið áheitan frá umboðsmanninum um at endurskoða heimildirnar fyri næmingagjøldum og at gera tað meiri sjónligt fyri borgarar.
Eftir at borgarar í 2024 og 2025 vendu sær til umboðsmannin, viðvíkjandi næmingagjøldum á Glasi, kannaði umboðsmaðurin viðurskiftini.
Umboðsmaðurin helt ikki, at tað var nóg sjónligt fyri borgaran, at landsstýrismaðurin hevði heimilað skúlum at taka næmingagjøld, hvat gjøldini fevndu um, og hvussu tey vórðu góðkend.
Umboðsmaðurin vísti eisini á, at meðan heimildin fyri næmingagjaldi á vanligum gymnasialum miðnámi loyvdi gjaldi fyri annað undirvísingartilfar, metti umboðsmaðurin ikki, at heimildin fyri næmingagjøldum á FHS- og SIT-útbúgving loyvdi gjald fyri annað enn ljóstøk ella tað, ið kemur ístaðin fyri ljóstøk.
Umboðsmaðurin heitti tí á Mentamálaráðið um at endurskoða heimildirnar fyri næmingagjøldunum á FHS- og SIT-útbúgving og at tryggja sær, at næmingagjøldini eru innan heimildina og standa mát við útreiðslurnar.
Umboðsmaðurin mælti eisini ráðnum til at gera tað meiri sjónligt fyri borgarar, hvussu heimildin at krevja næmingagjøld er latin skúlunum, hvat næmingagjøldini fevna um, og hvussu tey verða góðkend. (LUM 26/03989)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



