Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður
Svarari: Beinir Johannesen, løgmaður
Evni: Merkið á donskum hernaðarbúnum
Spurningar:
1. Er tað í samsvari við flagglógina, at danska verjan nýtir Merkið á sínum hernaðarbúnum?
2. Varð landsstýrið kunnað, tá danska verjan tók avgerð um at nýta Merkið á sínum hernaðarbúnum?
3. Heldur løgmaður, at tað er í lagi, at danska verjan nýtir Merkið til at umboða danskt hernaðarvald?
Viðmerkingar:
Seinastu árini hava vit sæð, at danskar hernaðareindir, eitt nú Arktisk Kommando, eru farnar at nýta tað føroyska flaggið, Merkið, til at prýða sínar hernaðarbúnar, saman við danska flagginum, Dannebrog, og Grønlendska flagginum, Erfalasorput.
Í Fámjinsskjalinum er ásett, at í umsitingini av uttanríkispolitiskum og trygdarpolitiskum spurningum, ið hava týdning fyri Føroyar, skulu Føroyar takast við upp á ráð og hava samávirkan.
Tað er týdningarmikið, at landsstýrið og Løgtingið verða kunnað og tikin við upp á ráð í øllum trygdarpolitiskum málum, ið viðvíkja Føroyum. Harafturat verður nýtsla av Merkinum løgskipað við løgtingslóg nr. 42 frá 17. juli 1959 um flaggið.
At danska verjan nýtir Merkið til at prýða sínar hernaðarbúnar, er ein grundleggjandi spurningur, sum ikki hevur verið viðgjørdur í politisku skipanini.
Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum, verða hesir spurningarnir settir.
Á Løgtingi, 24. september 2026
Bjarni Kárason Petersen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



