Tann, sum ikki tímir at lesa, er líka fátækur í andanum sum tann, ið ikki dugir at lesa
- orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Tað eydnaðist at merkja 1551 fiskar á Landgrunninum á merkingatúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í størstan mun toskur, sum verður merktur, men umframt hann vórðu bæði hýsa, upsi, kalvi, tunga, reyðsprøka og havtaska merkt.

Kanningin, sum Havstovan ger við at merkja fisk, er m.a. fyri betri at skilja ferðingarmynstrið hjá fiskinum. Hetta avhongur tó av, at tey, sum fáa ein merktan fisk, boða Havstovuni frá og lata Havstovuni fiskin til víðari kanningar. Mann fær góðan kiloprís fyri fiskin, umframt finningarløn og lutaseðlar, har mann er við í einum árligum lutakasti um 12.500 kr.

Túrfrágreiðing frá merkingartúrinum sæst her.

Les meira um merkir, hvussu tú gert við ein merktan fisk, og síggj eitt ferðingarkort, sum byggir á merkingarúrslit.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo