FTZ Føroyar hevði eitt metgott ár í fjør.
Stór framgongd var á bæði topp- og botnlinjuni hjá felagnum, sum fæst mest við at selja eykalutir til bilar.
Bruttovinningurin vaks til 24 milliónir krónur, einar fýra mió kr meira enn árið fyri.
Yvirskotið eftir skatt vaks til smáar 12 milliónir krónur, nærum tríggjar mió kr meira enn árið fyri.
FTZ Føroyar er dóttirfelag hjá donsku fyritøkuni FTZ Autodele & Værktøj A/S, og eigararnir fáa alt yvirskotið útgoldið í vinningsbýti.
FTZ Føroyar hevur deildir í Havn og Kambsdali.
Fíggjarstøðan javnvigar við góðum 46 mió kr, eginognin er góðar 14 mió kr.
Vagnur Johannesen er stjóri í FTZ Føroyar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



