Tann næststørsta floghavnin í Føroyum kallar onkur hana. Í øllum førum er hon tann floghavnin, føroyingar brúka næstmest, og um tú hevur verið har nýliga og helt, at har var blivið heldur trongligt, so er ein orsøk til tað.
Tí ongantíð áður hava so nógv fólk vitjað ein ársfjórðing, sum í juli, august og septembur í ár. Tá fór 9,6 milliónir ferðafólk um floghavnina, sum er tað mesta nakrantíð. Verður hugt at fyrstu 9 mánaðunum í árinum var talið 24,5 mió fólk.
Tað sæst eisini aftur á botnlinjuni hjá floghavnini, sum fyrstu níggju mánaðirnar hevði 1,26 milliardir krónur í vinningi. Tað er 19% meira enn í fjør, skrivar dr.dk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



