- Vit eru eitt fullveldisríki, men tú kanst varðveita títt fullveldi og hava tættari verjusamstarv við onnur lond, sigur danski forsætisráðharrin undan fundinum við USA.
Sambært ætlanini skulu Mette Frederiksen, Donald Trump og Jens-Frederik Nielsen skriva undir avtaluna í morgin.
- Vit gleða okkum til fundin í morgin, tað er ein góð avtala vit hava gjørt, sigur Mette Frederiksen og leggur dent á, at Danmark, Grønland, USA og NATO eru øll styrkt av avtaluni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



