Mette Frederiksen, forsætisráðharri, fer fríggjadagin at hitta aðalskrivaran í Nato, Mark Rutte, á morgunmatarfundi í Brússel.
Tað skriva danskir miðlar.
Fundurin millum Mette Frederiksen og Mark Rutte kemur í kjalarvørrinum av, at amerikanski forsetin, Donald Trump, mikudagin boðaði frá, at karmarnir fyri avtalu um Grønland vóru komnir uppá pláss.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



