Íslendski jazzfunkbólkurin Mezzoforte kann næsta ár hátíðarhalda 50 ára stovningardagin.
Bólkurin varð stovnaður í Reykjavík í 1977 av teimum ungu tónleikarunum Friðrik Karlsson, Eyþór Gunnarsson, Jóhann Ásmundsson og Gulla Briem. Fyrsta plátan kom í 1979, men altjóða gjøgnumbrotið kom í 1983 við instrumentala hittinum Garden Party, sum røkk upp á 17. pláss á bretska hitlistanum.
Síðan hevur Mezzoforte givið út eina røð av plátum og spælt konsertir kring stóran part av heiminum. Tey trý upprunaligu limirnir Friðrik, Eyþór og Jóhann spæla framvegis við bólkinum.
Mezzoforte hevur eisini nógvar trúgvar fjepparar í Føroyum, har tónleikurin hjá íslendska bólkinum framvegis verður nógv spældur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



