Maria Hummeland á Heygum, ella bara Mia á Heygum sum bygdafólkið kallar hana, er deyð, 101 ára gomul.
Hon hevur seinastu árini búð í heiminum á Grønanesi í Vestmanna, men búði til fyri fáum árum síðani einsamøll heima hjá sær sjálvum.
Mia er mamma Bjørn á Heygum, sakførara, og Rúnu á Heygum, sum er kend songkvinna.
Serliga var Mia kend fyri at svimja á sjónum. Tað byrjaði hon at gera regluliga sum blaðung, og hon greiðir frá tí, og hví hon byrjaði, í hesum filminum, sum ommusonurin Heiðrikur á Heygum gjørdi fyri 14 árum síðani.
Myndin varð tikin tá Mia fylti 101 ár í august í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



