Amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, hevur givið Jeffrey Kruse generali fótin, sambært fleiri amerikanskum miðlum.
Jeffrey Kruse var leiðari fyri fregnartænastuni hjá Pentagon, DIA.
Uppsøgnin kemur bert tveir mánaðir eftir, at ein loynilig frágreiðing hjá DIA um amerikansku álopini á kjarnorkuætlanina hjá Iran varð likin út til fjølmiðlarnar, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



