Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King
Onnur tíðindi

Ein miðil klagaði um grundgevingarnar, sum Miðlastuðulsnevndin hevði givið fyri at sýta stuðul til átta av nýggju verkætlanum, sum miðilin hevði søkt um miðlastuðul til.

Av málinum framgekk, at nevndin hevði bólkað umsóknirnar í tríggjar bólkar. Bólkur 1 var ‘væl skikkaðar umsóknir’, sum allar fingu stuðul játtaðan. Bólkur 2 var ‘skikkaðar umsóknir’, har tær umsóknir sum eftir eini heildarmeting vóru mettar bestar fingu játtað stuðul, til játtanin var uppi. Í bólki 3 vóru umsóknir, ið vóru mettar sum ‘ikki skikkaðar’ at játta stuðul til.

Allar tær átta umsóknirnar, sum nevndin sýtti stuðul til, vóru bólkaðar í bólk 3 og mettar, sum “ikki skikkaðar”. Miðlastuðulsnevndin grundgav avsløgini soleiðis: “... Út frá hesum er nevndin komin fram til, at aðrar umsóknir eftir einari heildarmeting stóðu sterkari og tí vórðu raðfestar fremri enn nevndu umsóknir tykkara. Miðlastuðul verður tí ikki játtaður hesum verkætlanum.“

Setiumboðsmaðurin vísti á reglurnar í §§21-23 í fyrisitingarlógini um krøvini til grundgeving fyri eini fyrisitingarligari avgerð. Viðmerkt var, at í avgerðini varð einki nevnt um, at umsóknirnar hjá klagaranum vóru mettar sum “ikki skikkaðar“, og at grundgevingin hevði heldur ongar upplýsingar frá ítøkiligu metingini av einstøku umsóknunum, sum nevndin sambært skjølunum í málinum hevði gjørt.

Setiumboðsmaðurin helt, at grundgevingin frá Miðlastuðulsnevndini til klagaran gav eina fatan av, at umsóknirnar vóru í bólki, har stuðul kundi játtast, meðan sjálv málsviðgerðin hjá nevndini greitt vísti, at tær átta umsóknirnar hjá klagaranum vóru bólkaðar sum “ ikki skikkaðar”, og at tað tí ikki kundi koma upp á tal at játta teimum stuðul. Grundgevingin, sum klagarin fekk, endurspeglaði heldur støðuna í bólki 2, t.v.s. fyri umsóknir, sum vóru mettar at vera skikkaðar, men sum ikki fingu stuðul, tí aðrar umsóknir í bólkinum stóðu sterkari og vóru raðfestar fremri.

Vísandi til nevndu viðurskifti metti setiumboðsmaðurin, at grundgevingin hjá Miðlastuðulsnevndini til klagaran var beinleiðis skeiv.

Setiumboðsmaðurin vísti á, at skeiv grundgeving kundi í fyrisitingarligum høpi verða mett at vera eitt so mikið týðandi brek, at avgerðin var ógildug, men at hetta tó var tengt at ítøkiligu umstøðunum í málinum, og um ein nýggj viðgerð og avgerð kundi væntast at hava annað úrslit við sær.

Í hesum sambandi viðmerkti setiumboðsmaðurin, at í hesum máli var greitt, at Miðlastuðulsnevndin á sakligum grundarlagi metti tær átta umsóknirnar at vera “ikki skikkaðar”, og at ein nýggj avgerð við eini grundgeving um, at umsóknirnar ikki vóru skikkaðar til miðlastuðul, fór tí ikki at hava annað úrslit við sær enn, at klagarin fekk eina noktandi avgerð við rættari grundgeving.

Hóast setiumboðsmaðurin sostatt metti, at grundgevingina frá Miðlastuðulsnevndini til klagaran var skeiv, helt setiumboðsmaðurin, at grundarlag var ikki fyri at gera meira við ítøkiliga málið.

Seitumboðsmaðurin heitti tó á Miðlastuðulsnevndina um frameftir at vera neyvari í sínum grundgevingum, tá umsóknir um miðlastuðul verða sýttar. (LUM 26/009916)

Álitið í navnleysum líki kann takast niður her

UM TÚ IVAST: Ein setiumboðsmaður tekur sær av einum ávísum máli, tá ið umboðsmaðurin er ógegnigur. Sambært § 14 stk. 3 í umboðsmanslógini er tað Formansskapurin í Løgtinginum, sum tekur støðu til, um umboðsmaðurin er ógegnigur. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #