Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak
Vinna

Hóast bæði arbeiðsgevarar og løntakarar rindaðu minni prosentpart av lønini inn í ALS, so vuksu samlaðu inngjøldini hjá ALS í 2025, tí lønargjaldingarnar í Føroyum hækkaðu.

Samstundis hækkaði markið fyri, hvussu høgt útgjaldið til tey arbeiðsleysu kann vera.

Í 2023 rindaðu arbeiðsgevari og løntakari hvør eitt prosent av lønini. Gjaldið lækkaði í 2024 niður í 0,8 prosent og aftur 1. januar í ár niður í 0,6 prosent.

Parturin hjá hvørjum er sostatt lækkaður 40 prosent eftir trimum árum. Samanlagda gjaldið er farið úr tveimum niður í 1,2 prosent.

Hinvegin hækkaði hægsti arbeiðsloysisstuðulin í fjør úr 18.500 upp í 22.434 krónur um mánaðin. Í mai í ár hækkaði hann aftur upp í 23.013 krónur.

Tað sæst í seinastu ársfrágreiðingini hjá Arbeiðsloysisskipanini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #