Minst 50.000 fólk eru framvegis horvin eftir jarðskjálvtan í Venesuela tíðliga hósmorgunin okkara tíð. Fyribils er staðfest, at 920 hava latið lív og 3310 hava fingið skaða.
Bara í høvuðsstaðnum Caracas eru einir 250 bygningar javnaðir við jørðina. Í øðrum býum eru eisini fleiri 100 bygningar oyðilagdir, og nógv sova uttandura.
Bjargingarfólk úr fleiri londum eru komin at hjálpa til við bjargingararbeiðnum, skrivar NRK.
Ein ST frágreiðing sigur, at helst fara materiellu skaðarnir at tátta í sjey milliardir dollarar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



