Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í almannamálum
Evni: Mismunur á arbeiðsmarknaðinum vegna aldur og javnviðgerðarlóg
Spurningar:
1. Nær kann væntast, at lógaruppskot um javnviðgerðarlóg verður lagt fyri tingið, og nær kann væntast, at lógin kemur í gildi?
2. Væntar landsstýriskvinnan, at ætlaða javnviðgerðarlógin fer at fevna um mismun vegna aldur, soleiðis at aldur ikki í sær sjálvum kann vera grundarlag fyri uppsøgn, tá viðkomandi hevur neyðugu førleikarnar?
3. Hvørji grannalond hava lóggávu, ið tryggjar javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum?
Viðmerkingar:
Í 2025 metti landsstýrið, at tíðin var farin frá einum føstum fráfaringaraldri. Grundgevingin var, at fólk liva longur, hava betri heilsu, og at fleiri ynskja at arbeiða longur. Dentur varð lagdur á, at tað eiga at vera ynskið og liviumstøðurnar hjá tí einstaka, ið avgera, nær viðkomandi fer úr arbeiði vegna aldur.
Fráfaringaraldurin hjá landinum varð í 2007 hækkaður úr 67 árum upp í 70 ár og í 2022 upp í 72 ár, til hann varð avtikin í 2025. Eisini Tórshavnar kommuna hevur avtikið fráfaringaraldurin, við teirri grundgeving, at eingin skal vera fyri mismuni vegna aldur.
Hóast hetta eru fleiri kommunur, sum halda fast við ein fráfaringaraldur á 70 ár. Hetta merkir, at fólk, sum eru væl fyri, hava neyðugar førleikar og ynskja at halda fram í starvinum, kunnu verða noydd at fara úr starvi, bert tí tey hava rokkið ávísum aldri. Í verandi støðu er tó munur á, hvørjum arbeiðsgevara, ein er settur hjá. Tvey fólk við somu førleikum og somu ynskjum um at halda fram á arbeiðsmarknaðinum kunnu sostatt verða viðgjørd ymiskt vegna aldur.
Hetta er serliga áhugavert í mun til ætlaðu javnviðgerðarlógina, sum verður umrødd í ískoytispartinum til ólavsøkufrágreðingina, har tað stendur soleiðis:
„Javnviðgerðarlóg - Bann móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum er ein týðandi partur av evropeiskum rætti, sum heilt grundleggjandi tryggjar, at tað eru førleikarnir, og bara førleikarnir, sum gera av, um ein persónur skal fáa boðið eitt leyst starv ella skal flytast í hægri starv. Grannalond okkara hava havt slíka lóggávu í fleiri áratíggju, og ætlanin er, at sama trygd nú skal galda á føroyska arbeiðsmarknaðinum.”
Á Løgtingi, 9. september 2026
Eyðgunn Samuelsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



