Ført verður fram av Visit, at onki skelti er sum boðar frá at økið kring Mølheyggjarnar er friðað.
Skeltir blivu framleidd í 2017 og sett upp í 2018, í samstarvið við Tjóðsavnið, Landsverk og Yvirfriðingarnevndina. Einmælt samtykt av kommunustyrinum at seta tey upp, og hava tey staðið uppi líka til tey vóru tikin niður í ár. Hví veit eg ikki.
So rætta adressan at spyrja um skeltir er á ovaru hædd í umsitingarbygninginum hjá Sands kommunu.
Vit fólkavaldu hava onga kunning fingið um at vaksandi ferðsla í økinum hóttir Mølheyggjarnar, og onga avgerð tikið um at gera gøtur av viði ella avmarka gonguna í økinum.
Vit sum eru barnvaksin á Sandi vita, at Mølheyggjarnir flyta seg runt í økinum allatíðina. Sevið heldur uppá Sandin, inntil heyggjarnir eru blivnir so høgir at røturnar hjá sevinum ikki longur røkka niður eftir vatni. So doyr sevið, og heyggjarnir minka aftur við at sandurin fýkur burtur, og legst afturat øðrum heyggjum, sum so vaksa seg størri.
Man hevur altíð sæð farveg eftir fólki í Mølheyggjunum, hetta tí at Mølheyggjarnir eru eitt satt paradís hjá børnum og barnafamiljum at spæla sær í góðveðursdagar. Og tað skulu Mølheyggjarnir eisini framhaldandi verða.
Kommunan hevur eisini verið røsk afturlítandi, at sett ruskíløt og annað upp í økinum, og fólk sum hava nýtt økið hava eisini verið røsk at rudda sandin og Mølheyggjarnar fyri reka og annað, soleiðis at sandurinog Mølheyggjarnir eru lutfalsliga sera reinir.
Skal nakað gerast niðri á Sand, vænta vit fólkavaldu at verða tikin við uppá ráð, okkum kunnugt verður ikki arbeitt við nøkrum, og hava vit ikki fingið kunning um at nakar hevur meiningar um betri ella minni nýtslu av Mølheyggjunum.
Brandur Sandoy
kommunustýrislimur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



